Uttanlands

Lívlanga fongsulsrevsing fyri at koyra inní mannamúgvu í Magdeburg

Ein saudiarabiskur maður, sum sambært týsku myndugleikunum áður brúkt "anti-islamiskan retorikk", er dømdur fyri álopið á jólamarknaðin í týska býnum Magdeburg í desember 2024

(Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-26 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein saudiarabiskur maður hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri eitt álop á ein týskan jólamarknað í týska býnum Magdeburg í desember 2024.

Tað var 20. desember 2024, at maðurin, sum tá var 50 ára gamal, koyrdi ein BMW, sum hann hevði leigað, inn í eina mannamúgvu á marknaðinum.

Ein níggju ára gamal drongur og fýra kvinnur millum 45 og 75 ár lótu lív, og yvir 300 onnur vórðu særd.

Maðurin hevur sambært týsku myndugleikunum áður brúkt "anti-islamiskan retorikk" og víst samhuga við ytsta høgravonginum, skrivar Ritzau.

Í juli í fjør kom eisini fram, at maðurin hevði sent í minsta lagi fimm av ofrunum brøv, har hann bað um umbering og lýsti gerðir sínar frá sínum sjónarmiði. Eiisni skal hann hava ávarða ímóti "vandamiklum muslimskum tilflytarum". Móttakarar av brøvunum lýstu tey sum ósamanhangandi.

Maðurin, sum kom til Týsklands í 2006 fekk status sum flóttafólk tíggju ár seinni. Frá 2020 arbeiddi hann sum psykiatari.

Ákærumyndugleikin í Týsklandi sigur, at maðurin hevði lagt álopið á jólamarknaðin í Magdeburg til rættis langt frammanundan. Eisini verður sagt, at hann ikki hevði ankað "ideologiskt mál" men bert persónlig motiv.

– Tann skuldsetti var og er bert upptikin av sær sjálvum, sigur ákærumyndugleikin.

Sambært tíðindastovuni dpa hevur ein serfrøðingur mett, at maðurin hevur narsissistiskt persónsórógv og hevur stóran tørv á uppmerksemi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder