Innanlands

Maður funnin lívleysur á Vestaruvág

Maðurin var um 60 ára aldur, og er helst druknaður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-18 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um fimmtíðina seinnapartin fráboðan um, at fólk høvdu sæð ein lívleysan mann, sum fleyt á sjónum á Vestaruvág í Havn. 

Tað veit vp.fo í kvøld.

Av løgreglustøðuni verður upplýst at maðurin er um 60 ára aldur. Tey avvarðandi hava fingið boðini.

Málið verður nú kanna nærri, men løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt í sambandi við hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder