Føroyski filmshøvundurin og framleiðarin, Torfinnur Jákupsson, er við verkætlanini ‘Livø’ úrvaldur sum ein av tíggju evropeiskum framleiðarum til Apollo Series 2026-2027.
Apollo Series er eitt altjóða menningarátak hjá Series Mania Institute í Lille í samstarvi við MIA | Mercato Internazionale Audiovisivo í Rom og TV Drama Vision á Göteborg Film Festival. Skráin sameinir kreativa ráðgeving og menning av fíggingar- og samframleiðslumøguleikum við luttøku á trimum av størstu vinnupallunum í Evropa.
Fyrstu fundirnir eru hildnir nú í septembur, og komandi mánaðirnar gongur leiðin víðari til MIA í Rom í oktober, TV Drama Vision í Göteborg um mánaðarskiftið januar-februar og størstu evropeisku sjónvarpsstevnuna Series Mania Forum í Lille í mars.
- Eg eri fegin um úrvalið, tí hetta er ein verkætlan, sum eg havi arbeitt við í nøkur ár, og hevur kravt drúgva gransking á heldur øðrvísi hátt. Hetta veitir nú høvi at arbeiða miðvíst víðari við søguni og fíggjarliga grundarlagnum undir framleiðsluni og samstundis at hitta møguligum samstarvsfeløgum á trimum marknaðum.
- Onkur hevur longu sýnt verkætlanini áhuga, men tað ræður um at finna tey røttu fólkini og feløgini, sum síggja møguleikarnar í júst hesi søguni, og kunnu vera við til at lyfta hana, sigur Torfinnur Jákupsson.
Uttan at avdúka ov nógv, verður ‘Livø’ lýst sum ein samfelagslig spenningsrøð við støði í eini gloymdari gíslatøku og veruligum hendingum á lítlu donsku oynni Livø á vetri í 1985, fortald ígjøgnum eina nútíðarlinsu. Verkætlanin verður ein evropeisk samframleiðsla, men hevur føroyskan uppruna og føroyskt tilknýti, meðan stórur partur av søguni fer fram í Danmark.
Úrvalið til Apollo Series byggir víðari á fleiri ára miðvíst arbeiði hjá Torfinni við at menna føroysk upprunaverk, serliga sendirøðir, til altjóða marknaðin, eftir altjóða søluna av fyrstu verkætlanini ‘Trom’.
Í dag eru fleiri nýggjar røðir mentar gjøgnum føroyska GRÓ Studios og bretska systurfelagið Red Herring Story.
Seinasta árið er krimirøðin ‘Reyna’ úrvald til verkstovurnar ACE Series Special 2025, EAVE Producers Workshop 2026 eins og Drama Series Pitch framløgu á stóru vinnustevnuni Content London. Somuleiðis er geopolitiska spenningsrøðin, ‘Tinganes’, úrvald til framløgu á TV Drama Vision á Göteborg Film Festival. Altjóða samframleiðslu- og sølusamstarv um báðar hesar verkætlanirnar er síðani komið í lag. Meira verður kunngjørt um hetta seinni.
- At skriva og menna eina slíka sendirøð er eitt sindur sum at laga ein grótgarð í ódnarveðri. Hvør steinur skal finna sítt pláss, og tú mást ofta taka niður og laga av nýggjum, áðrenn heildin stendur. Tað mesta av tí harða arbeiðinum sæst ongantíð. Hetta er tí ein viðurkenning og eitt góðskustempul av tí, sum longu er gjørt, og ein framúr møguleiki at byggja víðari undir betri marknaðarfortreytum, sigur Torfinnur Jákupsson.
Úrvalið er við til at markera og skapa rúm fyri føroyskum filmsrøddum úti í heimi, metir hann.
- Vit fara altíð at hava tørv á sterkum søgum úr Føroyum. Men føroyskt drama og frásøgukynstur noyðist ikki bert at halda seg innanf yri heimligu brimgarðarnar. Vit kunnu og eiga eisini at skapa søgur við føroyskari leiðslu, sum eru staðsettar úti í heimi, hvørt tað er í Danmark, Stóra Bretlandi ella aðrastaðni.
Verkætlanin er higartil ment við eginfígging, og hann vísir á, at besta gagnnýtslan av føroyskari fígging liggur í menningini og at varðveita kreativu leiðsluna á eini slíkari altjóða samframleiðslu, ið fevnir um fleiri tíggjutals milliónir.
- Skulu vit byggja eina lønandi føroyska filmsvinnu, sum er burðardygg, mugu vit í størri mun eisini tora at gera íløgur í menningina av føroyskum upprunaverkum og størri verkætlanum úti í heimi. Helmingurin av fíggingini til sendirøðir sum okkara altíð má koma úti úr heimi, hvørt søgurnar eru staðsettar í Føroyum ella ikki, tí vit hava ikki neyðugu fíggingina í Føroyum til størri framleiðslur. Besta gagnnýtslan av føroyskari fígging liggur tí í menningini, sum varðveitir kreativu leiðsluna í tøttum altjóða samstarvi. Tað krevur drúgva tíð og orku at menna slík upprunaverk, men tey kunnu selja um allan heim, og tað er á tann hátt, at vit varðveita virðisskapanina á føroyskum hondum. Málið er at fortelja okkara egnu søgur, men eisini at vera við til at skapa tær stóru norðurlendsku og evropeisku søgurnar. Vit eru fá, men tað nýtist ikki at seta mørk fyri, hvussu stórt vit kunnu hugsa, undirstrikar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald