Mentan

Lívsins leið: Nýtt staklag frá Ronnie Davidsen

Nýggjasta lagið hjá Ronnie, sum í fjør gav út nógv spælda lagið "Bygdafrell", snýr seg um at vera ungur og forelskaður og at verða ungur pápi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-19 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør gav Ronnie út lagið “Bygdafrell”, sum varð sera nógv spælt í Føroyum, og nú er hann klárur við sínum triðja staklagi.

Nýggjasta lagið kallast "Lívsins leið" og snýr seg um at vera ungur og forelskaður, og at verða ungur pápi, og lívið aftaná tað.

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori Music í hansara egna studio, og Henning Jensen spælir guitar. Við til lagið hoyrir eitt sjónband, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

Til ber at hoyra lagið omanfyri. Seinni verður "Lívsins leið" eisini at hoyra á m.a. Spotify.

Lívsins leið

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen
Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Guitarsolo: Henning Jensen
Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen
Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen og Ø-Media

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder