2018-11-21 09:20
Í døgunum frá 23. til 27. november sýnir Edith Mørkøre fram list í Smiðjuni í Lítluvík.
Íblásturin til fleiri av verkunum á framsýningini stavar frá tankum um dimensjónir av lívsløgum, lívsrúmum og lívshylkjum í og rundan um okkum menniskju, bæði í tí dagliga og í tí stóra alfevnda rúminum.
Edith lýsir sjálv arbeiðstilgongdina og tað hon hevur avrikað til framsýningina soleiðis:
”Tað er ein samanbinding millum tað ”harða, ráa og grova” í mun til tað ”viðbrekna, netta og fína” har eg á løriftið ella á pappírið royni at fanga ”TAД- sum eg ikki eri tilvitað um sjálv, men sum onkursvegna gevur meining…”
Framsýningin fevnir um størri og smærri akrylmálningar, linoliumsprent og aðra tøkni, sum hon hevur arbeitt við seinastu tíðina.
Fernisering er fríggjadagin 23. november frá kl. 16.00 til kl. 18.00. Tá bjóðar Edith gott til góman og kl.16.30 hevur ”Lena” eina tónleikaframførslu saman við Niclasi.
Opið er soleiðis í Smiðjuni:
Fríggjadag frá kl. 16.00 til 19.00
Leygardag frá kl. 12.00 til 18.00
Sunnudag frá kl. 14.00 til 18.00
Mánadag frá kl. 12.00 til 18.00
Týsdag frá kl. 12.00 til 18.00
Edith hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde, har hon hevði list, sum sergrein og hon hevur luttikið á ymiskum skapandi skeiðum.
Týsdag frá kl. 12.00 til 18.00
Edith hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde, har hon hevði list, sum sergrein og hon hevur luttikið á ymiskum skapandi skeiðum.
Edith hevur havt listaframsýningar við jøvnum millumbili síðani 2000:
Myndlist (Tórshavn), Smiðjuni í Lítluvík (Tórshavn), Østrøm (Tórshavn), Ribarhús (Fuglafjørður), Københavns Kulturcenter (KBH), Løkshøll (Runavík), Lauritz (Odense), Lions (Runavík), Býráðssalinum (Runavík), Glarsmiðjan (Tórshavn), Norðoyarstevnuframsýningin (Klaksvík), Lions (Tórshavn), Hotel Hafnia (Tórshavn), Keldan (Skálabotnur), Gallarí Jinx (Tórshavn), SMS (Tórshavn), Eik Banki (Tórshavn), Gamli handilin í Heiðunum (Runavík), Snarskivan (Tórshavn), Gallari Oyggin (Tvøroyri), Savnið á Mýru (Hov), Lauritz (Kolding), Gallarí Elisabeth (Runavík) og Kaspar (Tórshavn).
Meira um Edith og hennara list finst á heimasíðuni www.EdithArt.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald