Mentan

Lívssøgur úr føroysku náttúruni

Ellindur Egilstrøð letur upp framsýning í Fuglafirði og í Havn seinni í hesi vikuni

2021-07-20 12:15 Author image
Innsent
placeholder

Ellindur Egilstrøð er føddur á Eiði, og er ein av fleiri í familjuni, ið málar og heldur lív í einum meira enn 100 ára gomlum siðaarvi í familjuni. Hesin siðaarvur byrjaði á kvistinum hjá ommu hansara, Caroline Amalie Kruse, og abbanum, Oliver Øster, tá Elizabeth Taylor (1856-1932), ið var ein amerikansk kvinna, búsettist á kvistinum og bleiv verandi til Fyrri Veraldarbardagi var av. Hon málaði og skrivaði blaðgreinar til amerikansk bløð v.m., og hon legði Niels Kruse, ommubeiggja Ellind, lag á at mála.

Seinni legði Niels pápa Ellind, Óla Egilstrøð, lag á. Óli byrjaði at mála sum blaðungur drongur, og kveikti síðani áhugan hjá soninum.

Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og eitt nú veri við á ólavsøkuframsýningini. Í 2013 flutti Ellindur til Danmarkar at taka bachelor útbúgving innan psykomotorik. Útbúgvingin snýr seg í stuttum um, hvussu likam, sál, fysiska- og sosiala umhvørvið sum heild hongur saman og ávirkar hvørt annað.

Ellindur hevur eisini fingið undirvísing á Aarhus Kunstakademi, og frá fleiri kendum donskum og útlendskum málarum. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Danmark.

Í juli fer Ellindur aftur at hava framsýningar í Føroyum.

Í Ribarhúsi í Fuglafirði við fernisering hósdagin 22. juli kl. 15. Henda framsýningin hongur uppi til 30. juli. Opið verður gerandisdagar millum klokkan 15 og 17.30 og leygardag frá 11 til 14.

Til ferniseringina fer Benjamin Petersen at syngja og spæla nøkur løg og Meihard Jensen fer at hugleiða um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

Dagin eftir, fríggjadagin 23. juli kl. 15 verður fernisering av aðrari framsýning hjá Ellindi Egilstrøð, hesaferð í Williamsstovu í Havn. Eisini her fara Benjamin Petersen og Meinhard Jensen at syngja og hugleiða.

Framsýningin í Williamsstovu verður eisini opin leygardagin kl. 11 til 16 og sunnudagin 14 til 16

Ellindur málar áhaldandi eina lívssøgu úr føroysku náttúruni. Júst hvat hendan lívssøga inniber, letur Ellindur hyggjarin um, og hann vónar, at fólk geva sær stundir at liva seg inn í málningarnar og at enda lata málningarnar geva íblástur til, at hyggjarin sjálvur kann siga sína egnu lívssøgu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder