Í gjár tók Liz Truss við sum forsætisráðharri í Stórabretlandi, og í hesum sambandi hevur hon eisini sett nýggjar ráðharrar.
Úr rúgvuni av nýggjum ráðharrum í bretsku stjórnini kunnu nevnast, at Thérèse Coffey verður nýggjur heilsumálaráðharri, umframt at hon eisini verður varaforsætisráðharri.
Dominic Raab, sum hevur verið varaforsætisráðharri og løgmálaráðharri undir Boris Johnson hevur nú ongan ráðharrasess, og gerst hann nú vanligur tjóðartingslimur. Nýggi løgmálaráðharrin eitur Brandon Lewis.
James Cleverly, ið er fyrrverandi ráðharri í útbúgvingarmálum, gerst uttanríkismálaráðharri eftir Liz Truss, og Kwasi Kwarteng, ið var ráðharri í arbeiðsmálum frá 2019 til 2021, gerst nýggjur fíggjarmálaráðharri.
Suella Braverman, sum síðan 2020 hevur verið ríkisákæri fyri Ongland og Wales, gerst nýggjur innlendismálaráðharri. Hon avloysir Priti Patel, sum longu hevði boðað frá, at hon fór at leggja frá sær.
Mentamálaráðharrin, Nadine Dorries hevði eisini boðað frá, at hon fór at leggja frá sær. Nýggi mentamálaráðharrin eitur Michelle Donelan.
Ben Wallace verður sitandi sum verjumálaráðharri. Hann er vorðin væl umtóktur fyri handfaring sína av krígnum í Ukraina.
Eitt fult yvirlit yvir, hvørji nú sita sum ráðharrar í bretsku stjórnini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald