Innanlands

Ljósá: Eldurin sløktur

Løgreglan sigur nú, at eldurin í virkisbygninginum hjá KJ er sløktur, og tað nú aftur er trygt at koyra á landsvegnum framvið Ljósá

Mynd frá fyrr í kvøld (Mynd: Norðlýsið)

Mynd frá fyrr í kvøld (Mynd: Norðlýsið)

2022-08-09 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun seks tíðina í kvøld varð boað frá eldi í sandblásingarvirkinum hjá KJ Hydraulikk við Ljósá, og nú nakað áðrenn klokkan 23 varð eldurin sløktur.

Fyrr í kvøld varð øll ferðsla til og úr Eiði beind um Eiðisskarð, men nú er aftur koyrandi eftir landsvegnum framvið Ljósá, sigur løgreglan.

Orsøkin var, at kemisk evni eru í norðara enda av bygninginum, og tí kundi tað gerast vandamikið um roykurin gjørdist eitrandi.

Tað sá ógvusligt út tá eldur kom í. Myndirnar, sum Norðlýsið hevur í kvøld eru prógv um tað.

Eisini gjørdi Rose’s Cafe Restaurant & Catering upptøkur av eldinum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder