Í sambandi við tiltakið Vetrarljós, sum skipað verður fyri í Havn í kvøld, verður ferðslan nakað tarnað.
Ógvusligasta inntrivið er, at Steinatún og Bøkjarabrekka – høvuðsferðsluæðrin tvørtur gjøgnum miðbýin – verður stongd í ein tíma millum klokkan 19.30 og 20.30. Bussleiðin sleppur tó ígjøgnum.
Hetta í samband við at eitt heilt serligt ljósshow verður varpað upp á snotiliga gamla bankabygningin í Steinatúni, sum nú millum annað hýsir kunningarstovu, apoteki og umsiting hjá býráðnum.
Talan verður um eitt ljósshow við tónleiki, sum byrjar klokkan 20, tá øll onnur ljós í økinum kring um Steinatún verða sløkt. Hetta má metast sum hæddarpunktið á Vetraljósi í ár.
Eisini aðrir vegir verða stongdir í kvøld. Sí heimasíðuna hjá kommununi
Tað snýr seg um gongugøtuna, Sverrisgøtu, Tinghúsvegin og Áarvegin, ið eru stongd frá 19.30 til midnátt og um Tórsgøtu, Bryggjubakka og Vágsbotn, ið eru stongd fyri ferðslu frá kl. 22 til midnátt.
Hópin av ymsum tiltøkum og framførslum eru á skránni kring um í býnum í kvøld. Byrjað varð longu fyrrapartin í dag við fyrstu tiltøkunum.
Fleiri serligar ljósinstallasjónir eru settar upp í býnum, og so verða konsertir við eitt nú Joe and the Shitboys, Eyðun Nolsøe, Kata, Jasmin, Herborg Torkilsdóttir, Anton Liljedahl, Tamara, Hallur Joensen, 200, Xperiment, Orka, Guðrun Sólju og Guðrið Hansdóttir, bert fyri at nevna nøkur.
Øll skráin fyri Vetrarljós sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald