Mentan

Ljósfest í Vági um vikuskiftið

Hetta er fjórða árið síðan 100 ára haldið í 2021, at Vágs kommuna skipar fyri Ljósfest

Marius - eitt av nøvnunum, sum framførir á konsertini leygarkvøldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Marius - eitt av nøvnunum, sum framførir á konsertini leygarkvøldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-13 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikuskifti verður aftur Ljósfest í Vági – eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki.

Ljósfestir vóru eisini fyrr hildnar í Vági – frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum – hettar fyri at hátíðarhalda fyrsta vatnorkurikna elverkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygdt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipað fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk vóru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta elverkið í landinum.

Ljósfestin í ár er sostatt tann fjórða, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.

Ljósfestin í ár byrjar fríggjakvøldið 16. august og endar sunnukvøldið 18. august.

Byrjað verður fríggjakvøldið kl 19 í tjaldinum, har VB og FC Suðuroy skipað fyri " syngið við ", við lutøku av Vestmonnum og Frobiar Sóknar Bluesorkestur.

Myndaframsýning og listaframsýning

Leygardagin kl. 13 verður listaframsýning, har m.a. Pól Skarðenni, Djóna Suðuroy og Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg og fleiri sýna fram.

Leygardagurin verður stóri dagurin hjá børinum. Stórt barnatiltak er á stóra pallinum frá kl.  15 til 17 í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Á pallinum koma m.a. Angela og Hannibal at framføra.

Á sølutorginum verða sølubásar við hondvirkaðarvørur frá lokalum.

Nógvur tónleikur á stóra pallinum

Leygarkvøldið verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Ronnie og Maria, Hjalmar og Dagfinn, Starlight, Janus Wiberg, Hjarnar og Marius fara at spæla. Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn Hentze Bech.

Kirstin Strøm Bech, fyrrverandi borgarstjóri í Vági, setir Ljósfestina í ár.

Heiðran av vágbingum

Eisini verður heiðran av vágbingum, sum hava gjørt nakað serstak á lívsleiðini fyri Vágsbygd. Hesaferð hava vágbingar aftur sjálvir avgjørt hvør skal heiðrast.

Formaðurin í mentamálanevndini hjá kommununi, Levi R. Mørk, frøist um stóra skaran av fólki, sum eru komin til Ljósfestina hesu seinastu árini, og hann avdúkar, at sera nógv uppskot eru innkomin til heiðranina av vágbingum.

Skráin til Ljósfestina sæst her

Vágs kommuna

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder