Innanlands

Ljósskipan komandi tíðina í Klaksvík

Asfaltsarbeiði á stórum parti av niðasta vegi á vestaru síðu er orsøkin

- Asfaltsarbeiði í miðbýnum er farið í gongd. Strekkið, sum verður asfalterað, er frá magnstøðini og til Bókasavnið tvs. suðurendin á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-03-02 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Asfaltsarbeiði í miðbýnum er farið í gongd. Strekkið, sum verður asfalterað, er frá magnstøðini og til Bókasavnið tvs. suðurendin á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á Facebook-síðu sínari fyrrapartin.

Í løtuni er HJ Asfalt í gongd við at asfaltera aðru síðuna av høvuðsvegnum á vestaru síðu.

Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan leidd við ljósskipan, og hetta kann seinka ferðsluni nakað.

Kommunan heitur í hesum sambandi á bilførarar um at vísa varsemi í ferðsluni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder