Føroyski ljóssniðgevin Súni Joensen úr Nólsoy fekk í gjár serliga viðurkenning fyri arbeiði hann hevur gjørt á donskum leikpallum hesa seinastu tíðina.
Tað er Statens Kunstfond, sum á hvørjum ári letur virðislønir til palllistafólk, ið hava havt serligan týdning fyri danska palllist.
Í ár vórðu latnar tilsamans 205.540 krónur til fimm palllistafólk. Og teirra millum var Súni Joensen, sum sostatt fekk 41.108 krónur.
Statens Kunstfond sigur um virkið hjá Súna Joensen, at hann fær heiðurin fyri at hava sett ljós á trimum framleiðslum, ið hvør sær standa eftir sum nakrar av størstu leikupplivilsunum í ár.
Talan er um “Ordet” á Aarhus Teater, “Nul” á Teater S/H og Teater Momentum og “Bonnie og Clyde” á Betty Nansen Teater.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald