2021-02-08 16:31

Í eina tíð hava ávísar tekniskar avbjóðingar verið við ljósstýringunum á fótbóltsvøllunum á Skála og í Runavík, og hetta hevur m.a. sæst aftur í, at ljósini hava lýst nógv - eisini tá einki virksemi er á vøllunum.
Men nú boðar Runavíkar kommuna frá, at ábøtur eru framdar í seinastu viku.
Ein nýggj app-stýring fer at lætta munandi um stýringina av ljósunum á vøllunum, og slepst nú væntandi undan óneyðugari ljósdálking, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald