2019-05-08 11:07
Kendi danski rapparin LOC fer at fáa høvd at nikka í gongugøtuni í Havn tann 20. juli, tá hann framførir á Okkara Tórsfest 2019.
Rapparin við gudgivna navninum Liam O´Connor hevur verið fastur partur av danska tónleikapallinum í meira enn 20 ár, og hevur júst givið út eina nýggja fløgu: Det danske mareridt – Drømmen den er vores.
Hesi 20 árini hevur LOC staðfest seg sum fremsta rappara í danska kongaríkinum, og hann fer óivað at framføra eitt gott show á Tórsfest 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald