Innanlands

Loftbrúgvin aftur longd í trý ár

– Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll, siga tey í Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways, Norðurlandahúsinum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum skrivaðu undir nýggjan sáttmála í gjár

2022-03-12 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivaðu í gjár undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna.

Loftbrúgvin hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list í útlondum við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.

– Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll. Eisini er Loftbrúgvin við til at stuðla uppundir listaliga umhvørvið í Føroyum, tí Loftbrúgvin er við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva og virka her heima. Vit ivaðust tí ongantíð í at leingja samstarvið, og vit eru errin av og fegnast um, at vit kunnu stuðla tí stóra arbeiðnum, sum føroysk listafólk standa fyri, siga samstarvspartarnir í tíðindaskrivi, í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

– Korona hevur havt við sær, at seinastu tvey árini hava verið sera avmarkandi fyri okkara listafólk, og tí hevur Loftbrúgvin kanska ongantíð havt so stóran týdning sum júst nú, so Loftbrúgvin frameftir eisini kann vera við til at varpa ljós á okkara gávaðu listafólk og ríka listarliga umhvørvi, leggja partarnir afturat.

Samstarvið millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið byrjaði í 2015.

Tað vóru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sum skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder