Uttanlands

Löfven heldur fram sum forsætisráðharri

Atkvøðugreiðsla var í Ríkisdegnum í dag. 173 atkvøddu ímóti, men tað er ikki nóg mikið til at forða Löfven at skipa stjórn

Stefan Löfven (Mynd: EPA)

Stefan Löfven (Mynd: EPA)

2021-07-07 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sosialdemokraturin Stefan Löfven er nú aftur svenskur forsætisráðharri. Fundur hevur verið í svenska tjóðartinginum, Ríkisdegnum, í dag, og her fekk Löfven 116 atkvøður, og kann harvið halda fram sum forsætisráðharri.

- Ríkisdagurin hevur givið mær álitið at halda fram at leiða Svøríki. Tað er eitt stórt álit, og eg fari undir uppgávuna við støðufesti og virðing, segði Stefan Löfven á fyrsta tíðindafundinum eftir atkvøðugreiðsluna.

Nú verður tað hansara uppgáva at skipa stjórnina av nýggjum.

- Svenska fólkið roknar við, at vit politikarar taka ábyrgdina av at loysa truplu politisku støðuna, sum landið hevur verið í. Leiðarin fyri borgarligu andstøðuna mátti gevast við royndini at skipa stjórn, tí hann onga ætlan hevði, staðfesti Stefan Löfven, sum sigur, at stjórnin nú fer at raðfesta vælferð, umhvørvi og veðurlag umframt trygd í komandi tíðum.

- Vit skulu gera alt vit kunnu móti skipaða kriminalitetinum. Svøríki hevur fleiri løgreglufólk enn nakrantíð. Men enn manglar nógv at gerast, og tí skal ferðin í hesum arbeiðinum setast upp.

Fyri at verða góðkendur sum stjórnarleiðari, skal forsætisráðharrin ikki hava 175 atkvøður ella fleiri ímóti sær. Tað megnaði Stefan Löfven akkurát. 173 ríkisdagslimir trýstu á reyða nei-knøttin.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at 116 atkvøddu fyri, 60 atkvøddu hvørki fyri ella ímóti, meðan 173 atkvøddu ímóti, og tað var nóg mikið til at góðkenna forsætisráðharran, skrivar svt.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder