Innanlands

Lóg um nýggja pantskipan farin í Løgtingið

Ætlanin er, at allir handlar, ið selja íløt við panti, skulu taka ímóti eisini. Pant skal eisini leggjast á fleiri vørur - nýggja pantskipanin skal eftir ætlan koma í gildi næsta ár

Við nýggju pantskipanini fer pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Við nýggju pantskipanini fer pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-07 22:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur í dag lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um eina nýggja pantskipan. Nýggja pantskipanin skal millum annað tryggja, at borgarar sleppa av við allar sínar fløskur og dósir á sama stað.

Frameftir verður tað soleiðis, at so at siga allir handlar, sum selja íløt við panti, skulu taka ímóti øllum íløtum og rinda kundanum pant.

Ætlanin við nýggju pantskipanini er eisini, at pant við tíðini verður lagt á fleiri vørur og íløt, so at alsamt meir fæst inn til endurnýtslu og endurvinningar.

- Endiliga fáa vit eina skipan, har vit sleppa av við allar fløskur á sama stað. Hetta hevur mann roynt at fingið í lag í nógv Harrans ár,” sigur landsstýriskvinnan.

Við nýggju pantskipanini fer ein pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari.

Nýggja pantskipanin skal eftir ætlan koma í gildi 1. oktobur 2025.

Umhvørvismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder