Innanlands

Løgdu 38.000 fermetrar av asfalti upp á fimm nætur

Fyrstu ferð, at koyribreytin í Vágatunnlinum er asfalterað síðan tunnilin varð tikin í brúk í 2002

2021-05-26 10:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Asfaltfelagið Kreton hevur lagt nýtt asfalt á koyribreytina í Vágatunlinum. Talan er um eitt av teimum heilt stóru asfaltarbeiðunum í Føroyum, tí sløk 5.000 tons av asfalti blivu brúkt til hetta arbeiði.

Tunnilin er knappar 5 kilometrar langur og allur vegurin varð asfalteraður uppá fimm nætur.

- Arbeiði gekk sera væl, tí vit megnaðu at leggja 38.000 fermetrar av asfalti uppá einans fimm nætur. Okkara starvsfólk gjørdu eitt megnar arbeiði, og samstarvið við Landsverk, sum framleiddi asfaltið, gekk eisini sera væl, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton.

Kreton stóð eisini fyri at fresa gamla asfaltið av í tunlinum. Hetta asfaltið skal endurnýtast av kommununum báðu megin tunnilin.

Asfaltarbeiðið var liður í nýtímansgerð av Vágatunnlinum, sum eisini umfataði el-arbeiði, betongarbeiði, list og annað. Vágatunnilin varð tikin í nýtslu tann 10. desember í 2002, so tað eru knapt 20 ár síðan vegurin varð asfalteraður. Tunnilin er 4,9 kilometrar langur, og har tunnilin stingur djúpast, eru 105 metrar upp til sjóvarmálan.

Entreprenørfelagið Kreton er heildarveitari innan asfaltarbeiði. Seinastu árini hevur fyritøkan gjørt stórar íløgur í asfaltsútgerð, og er blivin ein av stóru aktørunum á føroyska marknaðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder