Uttanlands

Løgdu hald á russiskt marglætisskip

Spanska løgreglan í Palma de Mallorca hevur tikið skipið hjá oligarkinum Viktor Vekselberg

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-05 12:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska løgreglan leggði í gjár hald á eitt marglætisskip, sum russiski ríkmaðurin, Viktor Vekselberg, eigur.

Tað varð gjørt meðan skipið lá í Palma í Mallorca, og hetta hendi eftir áheitan frá amerikanskum myndugleikum.

64 ára gamli Viktor Vekselberg er føddur í Ukraina, men sambært fleiri miðlum, hevur hann tøtt samband við russiska forsetan, Vladimir Putin. Sambært fíggjarmiðilin Forbes, er ogn hansara mett at vera 40 milliardir krónur.

Ein lítil partur av hesi ogn er brúkt til 78 metra longu jaktina, Tango, ið verður mett at hava eitt virði á 750 milliónir krónur, skrivar tv2.dk.

Tað var henda skínandi hvíta jaktin, sum spanska løgreglan í gjár legði hald á eftir áheitan frá amerikanska løgmálaráðnum.

Eftir russisku innrásina hava russiskir oligarkar sent síni marglætisskip á ferð kring knøttin fyri at finna havnir, har tey kunnu finna eitt slav av friðskjóli fyri mungugleikunum.

Í evropeiskum havnum verður hald lagt á tey. Tað hendi eitt nú við 156 metra longu jaktini Dilbar hjá Alisher Usmanov, meðan hon var á beding í Hamburg í Týsklandi.

Dilbar verður mett at vera heimsins størsta marglætisskip við einum virði á fýra milliardir krónur

Fleiri slíkar jaktir hava í seinastuni leita ser leiðina til Maldivoyggjarnar í Indiahavi, har tær verða mettar at vera tryggar fyri evropeiskum og amerikanskum myndugleikum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder