Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, hevur lumpað russisku fregnartænastuna FSB til at viðganga, hvussu hann varð eitraður í august mánaði.
CNN skrivar, at loynitænastumaðurin Konstantin Kudryavtsev, farna mánadag hevði eina telefonsamrøðu við ein mann, sum hann trúði var ein yvirmaður í fregnartænastuni. Men maðurin var Aleksej Navalnyj.
Í samrøðuni avdúkaði Konstantin Kudryavtsev fleiri staklutir um royndina at eitra andstøðingin. Hann segði millum annað, at FSB-fólk framdu ætlanina við at lata eitrið Novichock niður í undirbuksurnar hjá Navalnyj. Heetta fór fram á hotellinum, har hann gisti.
Avdúkingin prógvar, at FSB hevur ligið eftir Navalnyj í fleiri ár. Sjálvur sigur Navalnyj, at hann nú metir málið at vera uppklárað.
- Eg veit nú hvør royndi at drepa meg. Eg veit hvar tey búgva, Eg veit, hvar tey arbeiða. Eg kenni nøvnini á teimum, og loyninøvnini. Eg havi myndir av teimum, sigur Navalnyj í eini video, sum hann sendi út í farnu viku.
Andstøðupolitikarin gjørdist illa fyri undir einum flogtúri í Russlandi fyrr í ár. Hann varð í fyrsta umfari lagdur inn á eitt russiskt sjúkrahús, men varð seinni fluttur til eitt sjúkrahús í Berlin. Hann er framvegis staddur í týska høvuðsstaðnum.
Læknarnir í Berlin staðfestu, at hann var eitraður við Novichok.
Navalnyj er ein at harðastu mótstøðumonnunum hjá Vladimir Putin, forseta. Russiska stjórnin hevur í fleiri umførum víst aftur uppáhaldunum um, at myndugleikarnir stóðu aftan fyri drápsroyndini móti Navalnyj.
Seinast hóskvøldið, tá Vladimir Putin vísti aftur, at FSB hevði nakað við drápsroyndina at gera.
- Um tað vóru russisk fregnartænastufólk, so var Navalnyj ikki á lívi í dag. Høvdu russisk fregnartænastufólk ætlanir um at drepa hann, so høvdu tey gjørt arbeiði sítt liðugt, segði Putin á tíðindafundinum.
FSB er tænastan, sum kom í staðin fyri KGB, ið var loyniliga fregnartænastan hjá Sovjetsamveldinum. FSB er týdningarmesta fregnartænastan í Russlandi fyri innanlands trygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald