Innanlands

Løggilding veitt til vatnveitingina á Selatrað

Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu sum verður løggildað

2024-01-17 07:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsmorgunin var løggilding til vatnveitingina á Selatrað handað Artur Johansen borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu sum verður løggildað. Vatnveitingin veitir vatn til áleið 40 fastbúgvandi fólk. Í økinum eru eisini størri skótalegur og verður tá veitt vatn til fleiri 100 fólk.

Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti á vatnveitingarskipanini eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av reinsiverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.

Tilsamans eru nú 16 vatnveitingar í Føroyum løggildaðar. Listi yvir løggildaðar vatnveitingarskipanir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá HFS.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder