Innanlands

Login stóð úr gassfløskuni undir grillini

Talan var um brek á ventilinum – ongin vandi fyri spreinging

2023-11-28 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk, sum helst ætlaðu at grilla sær okkurt gott til døgurða í gjárkvøldið, fingu ein skelk, tá tey varnaðust eldur kom í gassfløskuna, sum stóð undi grillini.

Hetta var í Eysturkommunu. Fólkini bóru ótta fyri, at ein spreinging skuldi henda, tá tey ringdu 112 um 18-tíðina. Men vandi var ongantíð á ferð. Sløkkiliðið fór á staðið, og kundi staðfesta, at tað var brek á einum ventili í gassfløskuni, og tí stóð login úr fløskuni líka til hon tømdist.

Seinnapartin í gjár, nakað eftir klokkan 16, ringdi ein unglingi í Havn til løgregluna og gramdi seg um nógvan royk inni í húsinum, har viðkomandi var staddur.

Tað vísti seg, at ein pláta á komfýrinum hevði staðið tendrað, og omaná stóð ein breyðristari, ið var farin at rúka. Unglingin hevði sjálvur fingið breyðristaran útum, men valdi kortini at ringja til løgregluna at siga frá, tí hann var í iva um, hvussu hann skuldi fyrihalda seg í støðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder