Innanlands

Lógin um sjófeingi og møguligar yvirtøkur á skránni

Tjóðveldi ynskir at yvirtaka millum annað løgregluna og landslæknan, men nógv bendir á, at uppskotini falla við 2. viðgerð. Fyrst skal tó takast støðu til, um millum annað ávísar kvotur skulu flytast til næsta ár

Høgni Hoydal ynskir yvirtøkur, men hinir liminir í Uttanlandsnevndini mæla frá hesum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal ynskir yvirtøkur, men hinir liminir í Uttanlandsnevndini mæla frá hesum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-16 09:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingið hevur nógv á skránni í tingsalinum fyri tíðina, og á tingfundinum í dag verða fimm 2. viðgerðir.

Tvær av teimum snúgva seg um uppskot um broyting í løgtingslóg um sjófeingi. Tað snýr seg millum annað um at flyta ávísar kvotur til 2021 og at leingja um gildistíðina á rættindum.

Síðani verður eitt uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk, áðrenn uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. Tjóðveldi vil yvirtaka millum annað politiið (1. januar í 2022) og landslæknan (Á ólavsøku næsta ár)

Fleiri onnur málsøki verða eisini uppi at venda, men Kringvarpið skrivar, at alt bendir á, at uppskotini bæði falla. Orsøkirnar eru millum annað, at tey ikki hava undirtøku í øðrum flokkum, at allir í Uttanlandsnevndini uttan Høgni Hoydal mæla frá at samtykkja yvirtøkurnar, og Politistafelagið ikki vil hava yvirtøkuna nú. 

Tingfundurin byrjar klokkan 10. Øll skráin sæst her, og til ber eisini at stroyma á leinkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder