Eftir eitt orðaskifti á 11 tímar er greitt, at lógin um sjófeingi er samtykt við aðru viðgerð, og fer til triðju viðgerð á einum seinni tingfundi.
Málið varð samtykt við 17 fyri og 15 ímóti.
Orðaskiftið hevur til tíðir verið heitt, og okkurt bendir á, at tað hevur flutt nakað gjøgnum dagin.
Johan Dahl, næstformaður í vinnunevndini, segði fyrr í dag at eitt broytingaruppskot verður lagt fram millum aðru og triðju viðgerð sum hevur við sær at verandi útlendingar í vinnuni ikki sleppa at keypa meira, og nýggir útlendskir aktørar sleppa ikki inn í fiskivinnuna.
Andstøðulimir hava eisini ferð eftir ferð strongt á at fingið eina breiða politiska semju um málið, men samgongulimir meta hetta ikki vera møguligt.
Fólk úr andstøðuni løgdu tvey broytingaruppskot fram tá viðgerðin byrjaði í morgun, og tey bæði málini fullu í atkvøðugreiðsluni í kvøld.
Triðja viðgerð av lógini um sjófeingi verður helst leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald