Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 16. - 18. februar.
Hetta er 60. árið, at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.
Síðani ráðstevnan varð hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum samrøðu”. Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.
- Vit liva í einum alsamt meira óvissum heimi, har trygdar- og verjumál fylla meira og meira. Eisini her heima hjá okkum í Føroyum. At taka lut á eini ráðstevnu sum hesari styrkir fortreytirnar fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, við trygd og verju.
- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá Føroyum er, at trygd og støðufesti skulu valda í Norðuratlantshavi. Vit skulu samstarva miðvíst við hini sameindu í NATO fyri at varðveita trygd og støðufesti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald