Innanlands

Løgmaður bar seg undan at hitta Zelenskyj

Men løgtingsformaðurin og løgtingsstjórin verða til staðar á móttøkuni á Fólkatingi í morgin.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-10 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj, er í dag komin á vitjan í Danmark. Um middagsleitið í morgin skal hann halda røðu í Fólkatinginum.

Talan er um eina søguliga hending, tí hetta verður fyrsta ferðin, at ein útlendskur leiðari sleppur at halda røðu í sjálvum fólkatingssalinum.

Á vitjanini á Fólkatingi skal Zelenskyj hitta umboð fyri formansskapin á fólkatingi, floksleiðararar og umboð fyri Grønland og Føroyar, gongur fram í fráboðan frá fólkatinginum.

Beinir Johannesen, løgmaður, upplýsir, at hann var boðin at vera við til móttøkuna, men at hann hevur borið seg undan orsaka av nógvum politiskum uppgávum í hesum tíðum, eitt nú í løgtinginum.

Sum Portalurin skilir, verða Johan Dahl, løgtingsformaður, Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, til staðar á móttøkuni í morgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder