Innanlands

Løgmaður beyð Zelenskyj til Føroya

Ukrainski forsetin kemur fegin – men ikki fyrr enn kríggið er av

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2023-08-21 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fingu í morgun høvi til at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, undir almennu vitjan hansara í Danmark.

Hetta hendi á Christiansborg. Í stuttum práti teirra millum segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum. Hann nevndi eisini, at Føroyar framhaldandi fara at taka ímóti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi í dag.

Løgmansskrivstovan skrivar ikki um, at Zelenskyj varð boðin til Føroya, men tað skrivar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, í eini dagføring á Facebook-vanga sínum:

[object Object]
Margretha drotning heilsar upp á Zelenskyj forseta og konu hansara Olena Zelenska (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder