
Málið um sammóður varð samtykt við aðru viðgerð í løgtinginum seinnapartin, og stór frøi er á andstøðuni og ikki minst teimum, sum hetta rakar.
Men allar súður eru ikki syftar enn. Fundur var í lítlu samgongu seint seinnapartin, har kreppan sum er uppstaðin, varð viðgjørd. Miðflokkurin hevur sagt, at verður hetta málið samtykt, er eingin samgonga.
Eftir fundin í kvøld, var tað ein bjartskygdur løgmaður, sum Dagur og vika hitti.
- Vit hava havt ein góðan fund í dag, har vit eru komin inn á nøkur vkðurskifti um, hvussu vit kunnu greiða hetta málið, og vónandi soleiðis at alt løgtingið kann taka undir við tí, og geva øllum børnum í Føroyum javnbjóðisrættindi út frá verandi lógaruppskoti, sum er í løgtinginum. Hetta soleiðis at øll vera javnbjóðis óansæð hvussu teirra forsyrgjarar hava valt at skipa síni viðurskifti, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Dag og viku.
Hann segði at tey næstu dagarnar verða brúktir til at arbeiða víðari við hesum, og eitt nú fara út í baklandið hjá flokkunum at umrøða hetta.
Løgmaður vildi ikki fara í smálutir um loysnina, sum lítla samgonga er komin fram til.
Sambært tingskipanini kann triðja viðgerð vera tveir yrkadagar eftir, at onnur viðgerð endaði, ella eftir at møguligt nevndarálit er lagt fram.
Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum atkvøddu saman við andstøðuni fyri uppskotinum.
Les eisini: Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn
Les eisini: Fólkaflokkurin skelkaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald