Innanlands

Løgmaður fer nú at lata meirinnlit í fullveldismálið

Tað ger Bárður á Steig Nielsen greitt í svari uppá fyrispurning frá Beintu Løwe Jacobsen. At 20 ár eru síðani samráðingar við donsku stjórnina, og tað at trúnaðarupplýsingar vórðu kunngjørdar í bók frá 2016, spæla inn í avgerðini

2020-01-31 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fullveldismálið fylti ógvuliga nógv í Føroyum um aldarskiftið. Eftir valið í 1998 varð “fullveldissamgonga” skipað, og umboð fyri føroyska landsstýri høvdu fýra samráðingarfundir í Keypmannahavn í ár 2000, men samráðingarnar bóru ikki á mál.

Seinastu árini, millum annað undir seinasta samgonguskeiði, hevur tað verið frammi, at veruligt innlit burdi verið givið í samráðingargongdina og fundarfrágreiðingar. Hetta fer løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, nú at gera. Tað ger hann greitt í svarinum til § 52a fyrispurningin frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, um skjøl í sambandi við fullveldis­samráð­ingarnar.

Hóast tað er ikki rættarkrav uppá innlit, so vil Løgmaður geva meirinnlit. Løgmansskrivstovan skrivar, at hann heldur, at tá ið 20 ár eru liðin síðani seinasta fund í fullveldissamráðingunum, ber til av røttum at siga, at fullveldissamráðingarnar eru lidnar.

[object Object]Sjúrður Skaale var embætismaður/spunasmiður í Tinganesi, tá fullveldissamráðingarnr fóru fram. Her sæst hann tosa við miðlar, eftir at samráðingarnar slitnaðu í 2000. 

Bólkin "200 – Tá Føroyar skuldu loysa", sum fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale gav út í 2016, vakti nýggjan ans fyri fullveldismálinum og skapti eisini kjak. At bólkin hevur eina ávirkan á, at Bárður á Steig Nielsen nú fer at geva innlit, dylir hann ikki fyri:

- Eisini er løgmaður av teirri sannføring, at tá ið ein fyrrverandi embætismaður á heysti í 2016 gav eina bók út, har trúnaðarupplýsingar í hópatali vórðu almannakunngjørdar, so hevur hvør einstakur  føroyingur krav uppá sjálv/ur at fáa møguleikan at lesa skjølini og taka støðu til tey á egnum grundarlagi.

Svar løgmans kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder