Innanlands

Løgmaður fer til Reykjavíkar og London

Í døgunum 25. til 28. apríl er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á sonevndari flaggdagsferð í Íslandi og Bretlandi

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður fer í komandi viku á flaggdagsferð til ìslands og Bretlands (Savnsmynd)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður fer í komandi viku á flaggdagsferð til ìslands og Bretlands (Savnsmynd)

2022-04-23 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mánadegnum 25. apríl til hósdagin 28 apríl er Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á flaggdagsferð í Íslandi og Bretlandi, boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.

Flaggdagin 25. apríl fer løgmaður til Reykjavíkar, har hann skal røða á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan skipar fyri. Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, flytur eisini fram røðu á tiltakinum.

Dagin eftir, týsdagin 26. apríl, skal løgmaður hitta íslendska forsætisráðharran, Katrína Jakobsdóttir, og skulu tey m.a. umrøða avleiðingar av krígnum í Ukraina, bæði í mun til vinnu og búskap, men eisini flóttafólk.

Mikudagin 27. apríl er løgmaður so staddur í London, har hann m.a. vitjar í Westminster, har løgmaður skal hitta limir í Føroyanevndini í bretska undirhúsinum.

Um kvøldið skipar Sendistova Føroya í London fyri serligum flaggsdagshaldi, har dentur verður lagdur á bretsku hersetingin í Føroyum undir 2. heimsbardaga. Flaggdagshaldið verður hildið í serligu hølunum, Churchill War Rooms.

Umframt løgmann, ið fer at halda flaggdagsrøðu, skal Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, greiða nærri frá týdninginum av bretsku hersetingini fyri Føroyar. Tónleikarin Jens L. Thomsen fer eisini at framføra eitt serligt ljóð- og myndaverk um hersetingina, sum kallast Operation Valentine.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder