Innanlands

Løgmaður: Ferð má fáast á grøna orkuskiftið

Vit eiga at fara væl um okkara tilfeingi og stremba eftir búskaparvøkstri, sum byggir á burðardygga grund. Tí tekur landsstýrið undir við Heimsmálunum fyri burðardyggari menning, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og vísir á, at eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum er at fáa ferð á grøna orkuskiftið

Bárður á Steig, løgmaður, her saman við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á almennari vitjan hjá Sev í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig, løgmaður, her saman við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á almennari vitjan hjá Sev í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-16 08:03 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Upp á spurningin um, hvat landsstýrið ger fyri at røkka heimsmálunum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at samgonguskjalið inniheldur nógv mál, sum eru í góðum samsvari við Heimsmálini. Til dømis grøna orkuskiftið, sum er eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum.

Løgmaður vísir á eitt av málunum í samgonguskjalinum, sum er nýstovnaða Vakstrarforum, ið hevði sín fyrsta fund 12. februar í ár, og sum arbeiðir við burðardyggum vinnuvøkstri. Løgmaður er sjálvur formaður í Vakstrarforum, har burðardygd og heimsmálini eru natúrligir partar av tí arbeiðinum.

Í Vakstrarforum verður arbeitt við at eyðmerkja og vísa á møguleikarnar fyri størri virðisøking í siðbundnu vinnunum eins og at kanna alternativar framtíðarvinnur í Føroyum, sum byggja á burðardygga grund. Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir burðardygga virðisøking í siðbundnu vinnunum og øðrum framtíðarvinnum í Føroyum. Júst nú er arbeiðir ein havbólkur við vinnumøgleikum úr tí, sum hevur við havið at gera.

Løgmaður sigur, at í arbeiðinum í Vakstrarforum er komið greitt fram, at vinnufyritøkur síggja burðardygd og Heimsmálini sum natúrligan part av vinnu- og samfelagsvirkseminum. Sambært Bárði á Steig Neilsen arbeiðir landsstýrið málrættað og ítøkiliga fyri at røkka stóra málinum um at skipa varandi orku á landi í 2030.

- Í Føroyum eru nógv átøk og virksemi, sum virka fyri Heimsmálunum. Føroyar eru ein matkovi. Vit flyta út í heim risastórar nøgdir av heilsugóðum mati. Heimurin vil keypa tað ríka og stóra mattilfeingi, sum vit eiga. Við hesum tilfeingi eru Føroyar við til at tryggja góða heilsu og vælferð fyri milliónir av menniskjum kring heimin, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Les alla greinina og tema um heimsmálini ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder