Innanlands

Løgmaður fingið 1,3 milliónir undirskriftir móti springaradrápi

Rannvá Torfríð Jørmundsson handaði undirskriftirnar vegna altjóða umhvørvisfelstsskapir, sum hava staðið fyri innsavningini

Rannvá Torfríð Jørmundsson

Rannvá Torfríð Jørmundsson

2022-02-15 12:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1,3 milliónir undirskriftir fyri at banna springaradráp eru handaðar løgmanni. Tað er Rannvá Torfríð Jørmundsson, kavari og ‘explorari’, sum vegna útlendskar umhvørvisfelagskapir handað løgmanni tær 1,3 milliónir undirskriftirnar, ið verða tiknar við í eftirmetingini av springaradrápinum, sum fer fram í landsstýrinum í dag.

- Tað hevur aldrin verið okkara siðvenja at drepa springara. Hví skulu vit byrja nú? Eg haldi tað er púra burturvið.

Soleiðis sigur Rannvá Torfríð Jørmundsson, yrkiskavari og limur av The Explorers Club, sum í gjár handaði løgmanni 1,3 milliónir undirskriftir.

- Vit hava einki prógv fyri, at veiðan er burðardygg, og eingin hevur tørv á tvøstinum. Harumframt vita vit, hvussu klók hesi djórini eru, og hvussu dálkað tvøstið er. Vit kunnu rætt og slætt ikki forsvara at halda fram við at drepa springara, staðfestir hon.

Undirskriftirnar eru innsavnaðar av umhvørvisfelagskapunum Whale and Dolphin Conservation (WDC), Sea Legacy, Only One og Avaaz.

- Hesir felagskapirnir hava virðing fyri føroyingum og føroyskari siðvenju, og eg haldi, at ein undirskriftainnsavning er ein góður og diplomatiskur máti at lata rødd sína hoyrast, sigur Rannvá, sum býr í Cornwall í Englandi og dagliga starvast í virkseminum Fourth Element, ið framleiðir kavaraútgerð.

Saman við undirskriftunum var ein áheitan um at banna springaradráp í føroyskum sjóøki.

- Fleiri enn 1,3 milliónir borgarar kring heimin stuðla okkara áheitan um at steðga hesa óneyðugu veiðuna, ið hvørki er human ella burðardygg, skrivaðu tey.

Tað er í dag, at málið um springaradrápið verður viðgjørt í landsstýrinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder