Innanlands

Løgmaður fríttstillar síni fólk í sammøðurmálinum

Samgongan kann fella, um málið verður samtykt seinnapartin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-20 12:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein kontantur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum tosaði við útvarpið uttan fyri tingið fyri løtu síðani.

Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur eru farin úr landsstýrinum og í løgtingið fyri at fáa Brand Sandoy og Anniku Olsen úr tinginum.

Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrisfólk ikki kunnu ferðast millum tingi og landsstýri sum teimum lystir, og tey bæði vera tí ikki landsstýrisfólk aftur seinni í dag.

Samstundis segði løgmaður, at tá Fólkaflokkurin tekur hetta stigið, so eru tinglimir í Sambandsflokkinum fríttstillaðir í málinum um sammøðir, sum kemur til triðju og endaligu viðgerð klokkan 13.

Verður málið samtykt, tykiskt greitt at samgongan fellur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder