Innanlands

Løgmaður góðtekur ikki at lív og heilsa eru vanda

Løgmaður hóttir við at fara í løgtingið at loysa verkfallið

2023-11-01 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Best er at samráðast, men støðan sum nú er í komin, kann eg sum løgmaður ikki góðtaka. Er neyðugt at fara í løgtingi fyri at tryggja at lív og heilsu, geri eg tað.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í kvøld.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði í dag frá, at undantøkini í Sjúkrahúsverkinum ikki verða longd klokkan 16 í morgin.

Tað merkir at sjúkrahúsini ikki longur kunnu standa inn fyri trygdini, og at lív og heilsa er í vanda.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder