2022-10-07 19:14
Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen skrivaði mikudagin út val til Fólkatingið at vera týsdagin 1. november.
Løgmansskrivstovan gjørdi beinanvegin danskar myndugleikar varugar við, at dagurin var óheppin, av tí at hetta er minnisdagur teirra sjólátnu í Føroyum.
Løgmaður hevur í dag sent danska forsætisráðharranum bræv, har hann heitir á donsku stjórnina um at flyta valdagin í Føroyum til 31. oktober.
Brævið hjá løgmanni kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald