Hósdagin hátíðarhalda vit enn ein flaggdag. Tað eru líka yvir hundrað ár síðani, at tríggir útisetar í Keypmannahavn sniðgóvu og teknaðu flaggið.
Jens Oliver Lisberg, ið var løgfrøðilesandi og ein av teimum trimum, tók flaggið við heim til Fámjin í summarfrítíðini. 22. juni 1919 varð Merkið fyrstu ferð vundið á stong. Upprunaflaggið hongur framvegis í kirkjuni í Fámjin.
Tað varð tó ikki fyrrenn 25. apríl 1940, at Merkið - í neyðstøðu - varð viðurkent sum tjóðarflagg okkara.
Hósdagin verður dagurin hátíðarhildin kring landið. Millum annað í "flaggbygdini" Fámjin. Suðurrás skrivar, at flaggdaghald verður í Fámjin hósdagin klokkan 14.
Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum heldur røðu, og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.
Aftaná haldið er drekkamunur og annað í Vesturhøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald