2020-12-31 14:32

Í kvøld fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður at halda nýggjársrøðu beinleiðis úr Tinganesi.
Hetta er fyrst ferð nakrantíð, at løgmaður fer at flyta fram nýggjársrøðu sína beinleiðis. Vanliga verður hon nevniliga sjónbandað nakrar dagar undan nýggjársaftan.
Sambært Løgmansskrivstovuni verður ársins nýggjársrøða at hoyra og síggja klokkan 19.15 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald