Innanlands

Løgmaður hevur givið Jenisi átalu

- Eg eri á ongan hátt samdur í teimum útsagnum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsending, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tekur frástøðu frá teimum útsøgnum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum herfyri kom við í valsending hjá Miðflokkinum viðvíkjandi samkyndum og teirra møguleika at fáa leiðandi politisk størv.

Tað var Aksel V. Johannesen, sum setti løgmanni grein 52-spurning hesum viðvíkjandi. Formaður Javnaðarfloksins vildi eitt nú hava at vita, um løgmaður heldur tað vera rætt, tá Jenis av Rana sigur, at “tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur”.

Eisini spurdi hann løgmann, um hesin er samdur í útsøgnini og um hann ætlar at hetta skal fáa avleiðingar fyri landsstýrismannin.

- Nasadjarvt av Jenisi

Svarið hjá løgmanni upp á allar tríggjar spurningarnar er soljóðandi:

“Tá formaður Miðfloksins sigur grundlóg, so gangi eg út frá at hann meinar tað óskrivaða virðisgrundarlagið hjá føroyska fólkinum, soleiðis sum hann sjálvur tulkar tað at verða.

Eg haldi tað vera rættiliga nasadjarvt av formanni Miðfloksins at gera niðurstøður um virðisgrundarlagið hjá øllum Føroya fólki, út frá sínari egnu sannføring. Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum. Somuleiðis havi eg gjørt formanninum í Miðflokkinum greitt, at útsagnirnar á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar, og havi átalað hann fyri hetta.”

Andstøðan á tingi hevur hótt við at leggja fram misálit móti Jenisi av Rana fyri sínar útsøgnir. Enn er onki misálit lagt fram. Men eitt høvi er í dag, tá tingfundur verður settur, eftir ætlan klokkan 11. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder