
- Nú hevur løgmaður so eina juridiska niðurstøðu frá einari nevnd í tinginum sum sigur, at her hevur man ikki borið seg rætt at lógliga. Tí trúgvi eg ikki, at løgmaður hevur annað val enn at loysa Dennis Holm úr starvi.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, í sendingini Stjórnin á FM1 seinnapartin.
Í sendingini varð niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini viðgjørd, og teir tríggir royndu politikkararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen vóru samdir um, at landsstýrismaðurin helst má frá.
- Lógin um ábyrgd landsstýrismanna sigur, at løgmaður hevur ábyrgd av, at landsstýrisfólk umsita á fullgóðan og lógligan hátt, segði Jóannes Eidesgaard.
- Hetta málið er rættiliga einfalt. Um vit trúgva uppá tær instutiónir vit hava, í hesum føri landsstýrismálanevndina, so er málið einfalt hjá løgmanni at takla. Og eg trúgvi hann longu nú hevur tikið eina avgerð.
- Um málið kemur til tingviðgerð sum misálit, so trúgvi eg at tað er ein ávís falitterklering fyri sitani samgongu at tað kemur har til. Klárar man ikki at taka í egnan barm tá skeivt verður gjørt, eigur man ikki at gera nakað annað, heldur Jóannes Eidesgaard.
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur við VP, at hann ikki sjálvboðin fer at leggja frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald