Innanlands

Løgmaður: Íslendingar og føroyingar kunnu samstarva nógv meir

Íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður

Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Lms.fo)

Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Lms.fo)

2021-05-22 10:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samstarvið millum Føroyar og Ísland kann styrkjast munandi. Hetta vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, samdir um, tá ið teir hittust í Reykjavík í gjár.

Løgmansskrivstovan skrivar á heimasíðuni, at íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður.

- At íslendingar seta tíð av at arbeiða við viðurskiftunum við okkum, vísir greitt, at tey virðismeta sambandið við føroyska samfelagið, og vilja styrkja tað, segði løgmaður eftir fundin.

Millum umrøddu møguleikarnar fyri øktum samstarvi vóru millumlandahandil, flutningsvinna, fiskivinna, alivinna, gransking og útbúgving.

Fundurin við íslendska uttanríkisráðharran kom í kjalarvørrinum av ráðharrafundi í arktiska ráðnum, sum eisini var í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder