Tað er ikki farið framvið hjá løgmanni, at IOC hevur boðað ÍSF frá, at føroysku hondbóltslandsliðini ikki sleppa at kappast, hóast tey spæla seg til olympiskar kappingar í 2028.
Hann hevur fyri løtu síðan kallað øll forfólkini á fund í næstum at umrøða, hvussu í felag tað verður arbeitt víðari við hesum.
- Hetta er púra greitt. Tað er eingin vegur uttanum. Og vit kunnu ikki peika eftir øðrum longur. Nú liggur bólturin hjá okkum.
- Øll politiska skipanin er samd um, at vit skulu hava limaskap í IOC. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum. Men limaskapur í IOC er bert ein lítil partur av orsøkini til, at vit mugu broyta verandi karmar í ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.
- Í heila tikið geva verandi karmar ikki Føroyum tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi. Hetta er staðfest ferð eftir ferð - og eisini niðurfelt í samgonguskjalið.
- Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er tað neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Les eisini: IOC sigur kortanei: Heldur eingi føroysk lið til OL 2028
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald