placeholder
Innanlands

Løgmaður kunnar um nýggj tilmæli í morgin

Landsstýrið skipar fyri tíðindafundi klokkan 10 fyrrapartin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-20 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10 í morgin hevur landsstýrið tíðindafund um koronustøðuna. Tíðindafundurin verður hildin í Kringvarpi Føroya, og verður eisini sendur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Til tíðindafundin luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Í innbjóðingini, sum miðlarnir hava fingið til tíðindafundin, stendur ikki hvat ítøkiliga kunnað verður um.

Men uttan fer løgmaður Bárður á Steig Nielsen at kunna um tað, sum landsstýrið hevur viðgjørt hesar seinastu dagarnar. 

Millum annað í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Í dag hevur fundur verið við umboð fyri politisku flokkarnar, har teir eru kunnaðir um tilmælini.

[object Object]Nøkur av hesum tilmælunum verða uttan iva broytt (Mynd: Korona.fo / Landsstýrið)

(Greinin er dagførd 20. januar 2022 kl. 19:29)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder