- Kristin varð koyrdur úr tingbólkinum 3. januar í ár. Fráboðað var eisini tá, at hann ikki slapp at stilla upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum á næsta Løgtinsvali.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, nú tað er greitt, at Kristin Michelsen ikki er limur í Javnaðarflokkinum longur.
- Orsøkin tá var, at man hevði samstarvstrupulleikar suðuri á Tvøroyri, har Kristin er valdur á einum øðrum lista enn tí hjá Javnaðarflokkinum, sigur løgmaður og leggur afturat, at trupulleikar eisini vóru við samstarvinum í Løgtinginum.
- Man hevur eisini havt samstarvstrupulleikar í tingbólkinum, eftir at hann fór at atkvøða frá máli til mál og ikki kendi seg bundnan av flokkinum. Hansara arbeiðslag hevði heldur ikki verið nøktandi inn í flokkinum. Tí valdi man tá at koyra hann úr tingbólkinum, staðfestir løgmaður.
Floksleiðslan samd um avgerðina
Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum høvdu fund í gjár, har atkvøtt varð um at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum. Tað vóru øll limafeløgini, sum høvdu sent áheitanina um at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum.
- Tá eitt tílíkt uppskot kemur frá øllum nýggju limafeløgunum, so viðgerð floksleiðslan sjálvandi uppskotið. Tað varð viðgjørt og atkvøtt um uppskotið og øll 37 tóku undir við at koyra Kristin úr flokkinum, greiðir løgmaður frá.
Mánadagin verður fyrsti uppstillingarfundur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi, har Kristin Michelsen hevur verið uppstillaður áður. Um Kristin enn var limur í flokkinum, hevði hann kunna stillað upp á tí fundinum og tvingað starvsnevndina í Javnaðarflokkinum at taka støðu til, um hann skuldi sleppa at stilla upp. Men Aksel V. Johannesen avvísir, at Kristin Michelsen er koyrdur úr flokkinum, tí uppstillingarfundur verður mánadagin.
- Man kann altíð diskutera, um Kristin hevur undirtøku. Tað veit eg ikki. Men tað eru limafeløgini, sum hava sent uppskotið inn. Eg veit ikki hví, men eg kann ímynda mær, at tey eisini eru troytt av hesum málinum og vilja fáa málið avgreitt, sigur løgmaður at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald