Innanlands

Løgmaður loyst Jenis av Rana úr starvi

- Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur, sigur løgmaður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 10:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður hevur í dag valt at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi.

Hesum boðar løgmansskrivstovan frá fyri lítlari løtu síðani.

- Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur, sigur løgmaður í viðmerking.

Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, sbr. fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 140 frá 4. november 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder