Innanlands

Løgmaður: Mugu gera veitaravinnu til útflutningsvinnu

-Vit eiga at fara út um landoddarnar og bjóða útlendskum fyritøkum okkara tænastur, sum longu hava sera gott orð á sær segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, tá hann setti vinnutiltak á Hotel Hafnia fyrrapartin.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður setti vinnutiltak á Hotel Hafnia í morgun. Mynd Jan Müller

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður setti vinnutiltak á Hotel Hafnia í morgun. Mynd Jan Müller

2022-04-29 16:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Til tiltakið vóru umboð fyri bæði myndugleikar og vinnuna, sum  fingu fyrstu eintøkuni av frágreiðing um vakstrarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum. Undan framløgu hjá Esther Dahl legði ein vælupplagdur Bárður á Steig Nielsen fyri, meðan ikki færri enn tríggir landsstýrismenn lýddu á. 


[object Object]

Løgmaður og trý landsstýrisfólk vóru við til tiltak á Hotel Hafnia fyrrapartin um føroyska veitaravinnur. Mynd Jan Müller

-Tað er í tí maritima vit liva og búleikast mitt í og hava okkara serfrøðingar bæði á sjónum og innan fyri tær tænastur til tað, sum fer fram á sjónum. Sjálvur haldi eg tað er eitt stórt vakstrarpotentiali í hesum vinnunum, undirveitararnar til hesa vinnuna. Bæði tí vit hava eina vaksandi shippingvinnu, eina skjótt vaksandi alivinnu tey seinastu 10-15 árini umframt tað, at vit standa fyri einum stórum skifti, tað grøna skiftið.

So her er nokk at tríva í segði løgmaður og helt tað vera áhugavert at fylgja við, hvussu vit fáa hesa veitaravinnuna at gerast til eina útflutningsvinnu, tí her heima klára vit okkum fínt, og tá fyritøkur fara út um landoddarnar sær tað út til, at eisini okkara veitaravinna fylgir við.

-Skotland er tað feskasta dømi, har fyritøkur innan veitaravinnuna fara avstað og veita tænasturnar og kanska eisini keypa fyritøkur upp fyri at vera á staðnum og vera tættari teimum, sum spyrja eftir tænastum. Tað burdi givið okkum enn meira blóð uppá tonnina um at koma víðari út um landoddarnar og bjóða tænasturnar eisini til útlendskar fyritøkur.

[object Object]

Bárður á Steig Nielsen, sum hevur verið á vitjan í bæði Íslandi og í Bretlandi seinastu dagarnar, helt fyri, at tað er eingin ivi um, at vit eru væl umtókt, og at vit  sum tænastuveitarar eru mett sum ein tryggur veitari, sum ein man kann líta á og sum dugur tingini, og at tey verða gjørd ordiliga.

-At hava gott orð á sær er í sær  sjálvum  gull vert. Her nokk at tríva í, og spurningurin er bara, hvussu vit gera tað segði løgmaður, ið varar av Vakstrarforum, sum m.a. hevur til endamál at kanna nýggjar vakstrarmøguleikar bæði í Føroyum og í útlandinum. Eftir tað greiddi Esther Dahl, forkvinna í arbeiðsbólkinum um seinastu frágreiðingina, sum júst snýr seg um veitaravinnuna.  Undan hesi eru komnar tríggjar aðrar frágreiðingar um KT, ferðavinnu og havið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder