Innanlands

Løgmaður: Nú rakk mítt tol ikki longur

Gav ikki meining meira at hava ein landsstýrismann, sum mótsigur avgerðum løgmans

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 11:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá landsstýrismaðurin beinleiðis mótsigur løgmanni, so var mítt tol uppi, og tí valdi eg at siga Jenis av Rana, landsstýrismann við uttanríkis- og mentamálum úr starvi.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri útvarpið fyri løtu síðani.

Tað kom sum ein bumba beint fyri klokkan 11, at løgmaður hevur handað Jenisi av Rana uppsøgn.

Orsøkin er tað, sum Jenis av Rana hevur sagt eftir at løgmaður í gjár boðaði frá, at málsøkið um rættindini hjá sammøðrum, varð tikið frá Jenisi av Rana og flutt til Magnus Rasmussen, landsstýrismál. Hetta tí, at Jenis av Rana hevur bølt oman á málinum at børn hjá samkyndum kvinnum kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóðurini.

Jenis av Rana landsstýrismaður segði í samrøðu við FM1 í gjár, at hann er inniliga í móti – vegna hansara trúgv – at geva sammøðrum hesi rættindi, og at hann eisini vónaði at Magnus Rasmussen heldur ikki fór at líða boðunum frá løgmanni.

Hetta var eftir øllum at døma tað, sum fekk bikarið hjá Bárði á Steig, løgmanni at flóta yvir.

Løgmaður segði í samrøðuni við útvarpið, at samstarvið við Miðflokkin ikki er uppsagt. Komandi tímarnir fara at vísa, um Miðflokkurin heldur fram í samgonguni, ella tekur seg úr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder