Innanlands

Løgmaður røkir málsøkið fyribils

Løgmansskrivstovan váttar, at Jørgen Niclasen hevur biðið um at verða loystur úr starvi

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-16 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi.

Vp.fo og dimma.fo hava skrivað um hetta seinnapartin, men fyri løtu síðani váttaði Løgmansskrivstovan eisini hetta í tíðindaskrivi.

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.

Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fíggjarmál.

Sambært vp.fo er orsøkin, at Jørgen Niclasen er tikin av løgregluni við alkoholi í blóðinum. Hann tekur fulla ábyrgd, sigur hann, og leggur frá sær sum landsstýrismaður.

Les eisini: Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder