Innanlands

Løgmaður sent bretska konghúsinum samkensluskriv

Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri ynskir løgmaður at veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið

Elizabeth drotning á Balmoral slottinum í Skotlandi 6. september. Í gjár andaðist hon, 96 ára gomul (Mynd: EPA)

Elizabeth drotning á Balmoral slottinum í Skotlandi 6. september. Í gjár andaðist hon, 96 ára gomul (Mynd: EPA)

2022-09-09 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent samkensluskriv til bretska forsætisráðharran í samband við at Elizabeth Drotning II andaðist í gjár.

Í brævinum skrivar løgmaður millum annað, at Drotningin í meiri enn sjey áratíggju var ímyndin av trúskapi og tign í einum alsamt umbroytiligum heimi.

Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri ynskir løgmaður at veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið.

Skrivið sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder