Innanlands

Løgmaður skal luttaka í trygdarráðstevnu í Týsklandi um vikuskifti

Trygdin í Arktis skal millum annað á breddan. Hetta er bert aðru ferð uppá 52 ár, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka

- Tíðin krevur – kanska meira enn áður - at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Aksel V. Johannesen skal luttaka á pallborðsfundi og eisini fundast og lurta eftir sjónarmiðum hjá øðrum londum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Tíðin krevur – kanska meira enn áður - at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Aksel V. Johannesen skal luttaka á pallborðsfundi og eisini fundast og lurta eftir sjónarmiðum hjá øðrum londum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-12 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða trygd fyllur meira og meira. Verjumálaráðharrarnir hjá USA og Ukraina møtast í dag, og Pete Hegseth hevur eisini biðið um fund við sín danska samstarvsfelaga Troels Lund Poulsen.

Hetta váttar danski verjumálaráðharrin fyri TV2. NATO-limir viðgerða í løtuni støðuna, og trygdin í Arktis er javnan uppi at venda.

Tað er serliga tað síðstnevnda, sum Føroya Løgmaður, Aksel V. Johannesen, skal umrøða á stóru altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference.

Ráðstevnan hevur verið á hvørjum ári síðani 1963, men hetta bert aðru ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.

Hetta staðfestir Løgmansskrivstovan fyrrapartin.

- Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis,  umframt at hann eisini skal hava ymsar politiskar fundir.

Á ráðstevnuni í München luttaka áleið 60 stjórnarleiðarar, 150 ráðharrar, umframt serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

Harvið eru tað háaktuel evni, sum verða viðgjørd í Suðurtýsklandi um vikuskifti. Áhugamálini hjá Føroyum skulu tryggjast, men hetta er eisini eitt gott høvi at hoyra millum annað amerikanskar ætlanir, staðfestir Aksel V. Johannesen

- Tíðin krevur – kanska meira enn áður - at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Í løtuni er tað soleiðis, at hvør nýggjur dagur merkir nýggjar avbjóðingar. Tí skulu vit taka lut  á teimum pallum, vit kunnu, fyri at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Men trygdarráðstevnan er eisini eitt høvi at hoyra nýggju amerikonsku stjórnina leggja fram sínar ætlanir fyri Ukraina og samstarvið við Evropa sum heild.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder