Innanlands

Løgmaður: Støðan er lívshættislig

Um onkur fær ein blóðpropp og endar á B8, er vandi fyri at viðkomandi ikki fær ta hjálp, sum tørvur er á. Tað kunnu vit ikki liva við, sigur løgmaður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 13:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Støðan er álvarsom og Sjúkrahúsverkið er um at smokka saman.

- Sum eg skilji á lagnum eru boðini at allir sjúkrarøktarfrøðingar skulu fara frá arbeiðinum. Í ringasta føri stendur lív og heilsa uppá spæl. Tað er altso uppgávan hjá okkum í landsstýrinum og løgtinginum at tryggja, at tað ikki hendir. Tað má vera okkara fremsta uppgáva, segði Aksel V. Johannesen á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani, nú løgtingið viðgerð uppskot um at leggja upp í verkfallið.

[object Object]((Mynd: Sverri Egholm)

- Og taka vit eitt dømi um hvussu støðan er nú. Um onkur fær ein blóðpropp í hjartað ella í heilan og endar á B8, so er vandi fyri at viðkomandi ikki fær tað hjálp sum viðkomandi hevur tørv á.

- Tí haldi eg, at hetta málið hevur rættiliga stóran skund, og at løgtingið koyrir hetta málið í gjøgnum um partarnir ikki fara til samráðingarborðið.

Sum støðan er í løtuni er lív og heilsa í vanda, og tað haldi eg ikki sum politisk skipan kunnu liva við, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder